Kvinnulandsliðið til EM-undankapping í Íslandi

 

Kvinnulandsliðið í flogbólti fer til Íslands mikumorgunin 17. mai at luttaka í EM undankappingini.

Kappingin byrjar fríggjadagin 19. mai, har Føroyar skulu spæla fyrsta dystin í kappingini ímóti Kýpern.

Fýra lið eru við í kappingini. Tey eru Ísland, Skotland, Kýpern og Føroyar. Kappingin endar sunnudagin 21. mai

Tvey tey bestu liðini vinna sær rættin til at luttaka í EM í C-bólkinum.

Ísland og Skotland eru ájavnt við Føroyar í styrki, ímeðan Kýpern vanliga er væl sterkari. Spennandi verður um kvinnurnar megna at vinna nakran dyst.

Kvinnulandsliðið er nú endaliga úttikið. Teir 12 leikarnir eru:

Helen á Lakjuni, Brøndby (Liðskipari)

Annika á Stongum, SÍ

Lena í Buð, Mjølnir

Margit G. Joensen, Mjølnir

Hjørdis Johannesen, KÍF

Angilie Johannesen, KÍF

Sólvá Heidi Dimon, TB

Sólgerð Henriksen, Dráttur

Birita Joensen, KÍF

Heidi Dam, ÍF

Rannvá Dam, KÍF

Karin Mikkelsen, SÍ

 

Høvuðsvenjari er Magnus Aðalsteinsson (Sami sum var venjari í Oyggjaleikunum í fjør)

Hjálparvenjari er Kristian Mikkelsen

Høvuðstuðul hjá Kvinnulandsliðnum er Føroya Sparikassi.

 

 

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]