|
Føroysku U-17 genturnar góvu í morgun Svøríki dygga mótstøðu í fyrsta dystinum í NM kappingini, hóast tær at enda máttu lúta 3-0.
Føroyar fylgdu væl við svensku vertunum frá byrjan í fyrsta setti, men móti endanum fór Svøríki framum og vann 25-16.
Í øðrum setti fingu tær føroysku eina vánaliga byrjan og vóru aftanfyri 15-9, men so spýttu tær í lógvarnar og bardu seg innaftur í dystin við at vinna ikki minni enn 8 bóltar á rað, soleiðis at Føroyar nú brádliga førdu 17-15! Eftir hetta gekk javnt á, men at enda vunnu svensku genturnar settið 25-23.
Í triðja setti gekk orkan undan hjá teimum føroysku og Svøríki vann 25-15.
Svøríki - Føroyar 3-0 (25-16, 25-23, 25-15)
|