SÍ føroyameistari
í meistaradeildini
hjá kvinnum 2008

ÍF - SÍ 1-3 (22-25, 25-12, 22-25, 20-25)


Fyrsta settið var javnt allan vegin. Ávegis støður vóru 7-7, 9-9 og 12-12. SÍ legði seg so framum 18-16, men eftir nakrar góðar servur frá Maju Filipovic, legði ÍF seg á odda 21-18. SÍ stríddi seg tó aftur upp á javnt 22-22 og vann eisini næstu tríggjar bóltarnar og settið 25-22.

Í øðrum setti var SÍ snøgt sagt hølvað av. Frá 12-9 gjørdi ÍF lop á seg og spenti avstað við góðum servum frá Helen á Lakjuni Jacobsen, og hon helmaði ikki í aftur fyrr enn støðan var 18-9. Settið vann ÍF 25-12!

Hjá mongum mundu tankarnir nú leita aftur til steypafinaluna, har SÍ aldrin fekk fótin fyri seg, men soleiðis skuldi tó ikki ganga í dag.

Í triðja setti kom SÍ best frá byrjan og førdi við tveimum-trimum tíðliga í settinum, men so var aftur javnt: 7-7, 8-8, 9-9 og 10-10. Men eftir at SÍ hevði bart seg 4 framum, kom brádliga kinkur í spælið, og ÍF legði seg framum 21-19 og 22-21. Men so treiskaðust SÍ kvinnurnar aftur, og Birgit Guttesen servaði settið heim, 25-22 til SÍ.

Í fjórða settinum gjørdi SÍ við byrjan eitt ordans skarvslop og legði seg á odda 9-2 - væl stuðlaðar av netkantinum, sum tríggjar ferðir hevði hug at halda við SÍ. Men frá 5-13 stríddi ÍF seg innaftur í dystin og kom upp á 10-15. Munurin vaks tó aftur til 13-20 og 15-23, men so spýttu tær á ÍF liðnum aftur í lógvarnar og gjørdu ein seinasta vørr, og við góðum servum frá Sóley Troleis vann ÍF seg upp á 18-23.

Men munurin var tó ov stórur at heinta, og at enda vann SÍ settið 25-20. Og hervið gjørdist SÍ føroyameistari í meistaradeildini hjá kvinnum 2008. 




[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]