Fyrireiking til Oyggjaleikir 2009


Stað:
          Norðurlandahúsið, Klingran
Tíð:            14 mai 2009 kl.19.00 til 21.00
Luttakarar: Oyggjaleikalutakarar og leiðarar


Skrá fyri fundin:

Sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar í Álandi í summar, 27. juni til 4. juli, ynskir ÍSF at bjóða øllum teimum, ið mynda ferðalagið til leikirnar, til evniskvøld um venjing, kost og doping.

Tað verða Magni Mohr, Sølvi Winther Olsen og Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum fara at hava innlegg uppá 20 min. hvør, og aftaná verður møguleiki at seta spurningar.

ÍSF vónar, at ítróttafólk og ikki minst tey, ið varða av hesum, møta fjølment til fundin, sum verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 14. mai kl. 19.00 til 21.00.

Okkurt leskiligt verður til fundin.


 


 


[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]