Tíðindi frá Juannu S. Joensen

Hey hey har heima á klettunum!

SK Århus - ASV Århus 3-0 (25-13, 25-17, 25-19)

Detaljur frá dystinum her.

So er seinasti dystur í elitukvalifikatiónsbólkinum spældur, og hann vunnu
okur í SK trygt 3-0 ímóti lokalrivalunum úr ASV.

Eg spældi diagonal fyrsta hálvtannað settið, og hevari restina av dystinum. Sostatt bleiv seinasti dystur í hesum kappingarárinum ein demonstratión av all-round flogbóltskunnleika ;-)

Annars spældi eg á hevaraplássinum allan dystin seinasta vikuskiftið móti Starup Ågård (sum okur eisini vunnu ruddiliga 3-0).

Status eftir kappingina er, at okur við fyrsta plássinum í elitukvalifikatións bólki 1 hava tryggjað okkum enn eitt kappingarár í elitudeildini.

Endaliga støðan her.

Bestu flogbóltsheilsanir,
Juanna

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]