Ellivtu steypafinalurnar
leygardagin 20. februar 2010

Fyrstu steypafinalurnar, í tí sum viðhvørt verður nevnt "í nýggjari tíð", vórðu spældar 18. mars ár 2000.

Sent varð beinleiðis í sjónvarpi, og hetta hevði avgerandi týdning fyri undirtøkuna av finalunum, sum síðani hava verið eitt afturvendandi tiltak. Høllin, sum kanska bert var hálvfull fyrsta árið, fór skjótt at fyllast við fólki næstu árini, og nú verða allar finalurnar spældar í fullsettari høll.

Leygardagin 20. februar 2010 verða ellivtu finalurnar leiktar. Niðanfyri líta vit aftur á tær fyrstu tíggju finalurnar:


Fyrstu steypafinalurnar, 2000:
Kvinnur: Mjølnir - Dráttur 2-0 | Menn: Mjølnir - Fleyr 2-1

Kvinnur:
Hjá kvinnunum hevði Mjølnir kvalifiserað seg seg til finaluna við at vinna Fleyr-kappingina (Mjølnir vann eisini Mjølnirkappingina). Av tí at Dráttur og Fleyr høvdu verið nr. 2 í hvør sínari kapping, skuldi finaluplássið avgerast í einum dysti teirra millum. Í sera spennandi dystinum vann Dráttur at enda javnbrótaran 15-9 og vann sær sæti í fyrstu steypafinaluni, har tær skuldu møta Mjølni.

Í finaluni var Mjølnir greitt við yvirlutan, men tó kom spenningur í í øðrum setti í seinna hálvleiki (Øøh, halló tú har, hvat tosar tú um? Í øðrum hálvleiki? Tosa vit ikki um flogbolt? Jú jú, men soleiðis gjørdi man tá:-) ... hetta venda vit aftur til um eina lítla løtu). Mjølnir vann at enda settið 24-22, og harvið steypafinaluna 2-0 við settúrslitunum  (21-16;21-16)(21-18;24-22).

Norðurlendsk stigaskipan - Nordic Score
Í teimum døgum var í Norðurlondum eksperimenterað við einari serligari norðurlendskari stigaskipan, men henda var kortini skjótt slept aftur.

Spælt var í hálvleikum, og tað liðið sum fyrst vann tveir hálvleikir, vann dystin. Um liðini vunnu hvør sín hálvleik, so var dysturin avgjørdur við einum javnbrótaram, sum gekk upp í 15.

Í hvørjum hálvleiki galt um at vinna tvey sett. Hvørt settið gekk upp í 21. Tann sum so fyrst vann tvey sett,  hevði tá vunnið ein hálvleik. Men um liðini vunnu hvør sítt sett, so var hálvleikurin avgjørdur við einum javnbrótara, sum einans gekk upp í 7!

Innviklað? Tja... kanska tað ikki var so løgið, at henda skipanin ikki vann frama.

Menn:
Mansfinalan hetta fyrsta setypaárið stóð millum Fleyr og Mjølnir. Fleyr hevði spælt seg í finaluna við at vinna Fleyrkappingina. Hjá Mjølni var neyðugt at vinna semifinaluna á Fram, aðrenn teir høvdu tryggjað sær finaluplássið.

Finalan sjálv gjørdist ein av teimum mest spennandi yvirhøvur.

Gjøgnum alt kappingarárið hevði Fleyr verið mest sum einaráðani í landskappingini og varð mett sum greiður favorittar at vinna steypafinaluna. Men Mjølnir vildi tað øðrvísi.

Mjølnir tók Fleyr á bóli og vann fyrsta sett í fyrra hálvleiki, men Fleyr javnaði í øðrum setti, so neyðugt gjørdist við javnbrotara fyri at vinna fyrra hálvleik. Javnbrótaran vann Mjølnir 7-2!

Men Fleyr tók sær síðani um reiggj og vann annan hálvleik, so neyðugt gjørdist við einum avgerandi javnbrótara fyri at vinna dystin.

Her legði Mjølnir hart út og legði seg á odda 10-4, og tann munurin gjørdist ov stórur hjá Fleyr at vinna innaftur, og Mjølnir vann at enda 15-10, og Fleyrmenninir, sum stutt áðrenn høvdu vunnið føroyameistaraheitið uttan at tapa ein tann einasta dyst dyst í landskappingini, noyddust so nipnir at standa og hyggja at tá Trygvi Poulsen úr Mjølni tók móti steypinum.

Aðru steypafinalurnar, 2001:
Kvinnur: Mjølnir - Dráttur 3-2 | Menn: ÍF Mjølnir 3-0

Kvinnur:
Í 2001 vóru tað enn einaferð Mjølnir og Dráttur, sum vóru komin í finaluna. - Ein finala, sum ikki hevur havt sín líka, tá um spenning ræður.

Dráttur vann bæði fyrstu settini uttan stórvegis hóvasták.

Men so kom vend í, og Mjølnir streyk avstað í triðja setti og legði seg framum 24-18. Men við skørpum servum frá Sólgerð Henriksen bardi Dráttur seg uppaftur á 23-24, men ólukkutíð fyri Drátt, so fór sætta servan í netið, og mjølnir yvirlivdi og vann settið 25-23.

Í fjóðra setti var eingin ivi og Mjølnir vann 25-15.

Og so var neyðugt við javnbrótara. Og hann var ikki fyri veikar sálir. Mjølnir sá út til at vinna avgerandi settið lættliga, tá tær fingu dystarbólt við støðuna 14-8. Ja, ikki bert ein dystarbólt, men 6 dystarbóltar. Men fyrsta dystarbóltin servaði Mjølnir út. 

Elisabeth Rasmussen átti síðani tørn at serva fyri Drátt, sum vann teir næstu 5 bóltarnar og javnaði til 14-14. Mjølnir kom tó upp á 15-14, men Dráttur svaraði aftur og legði seg framum 16-15 og 17-16. Men so servaði Dráttur ov langt, og Mjølnir vann næstu tveir bóltarnar eisini, og harvið 5. settið 19-17, og var aftur steypavinnari.

Menn:
Hjá monnum var Mjølnir aftur komið í finaluna, sum árið fyri. Heasferð var ÍF mótstøðulið. Og tað var ikki hissini mótstøða. ÍF-álopið við Boban Ilic, Kenneth Neshamar og Bartal Eliasen á odda bumbaði og bumbaði, og gjøgnum allan dystin vann Mjølnir bert 5 blokkar. ÍF vann dystin 3-0 við settúrslitunum 25-17, 25-20, 25-15).

Altjóða dómari
Hetta árið hevði FBF gjørt av at seta ein altjóða dómara at døma steypafinalurnar. Talan var um danan John Lilhauge. Annar-dómari í mansdystinum var Tummas Óli Mortensen. Í kvinnudystinum var Rúni Weihe annar-dómari. Tað var annars Rúni Weihe sum dømdi bæði mans- og kvinnufinaluna tað fyrsta árið. Leygardagin er hann aftur í finaluni, men hesaferð sum leikari hjá ÍF.

Einar tríggjar ferðir aftrat vóru altjóða dómarar úr øðrum londum og dømdu í steypafinalunum, men síðani hava Jan Hentze og Tummas Óli Mortensen dømt allar finalurnar.

Triðju steypafinalurnar, 2002:
Kvinnur: TB - Mjølnir 3-1 | Menn: SÍ - ÍF 3-0

Kvinnur:
Í 2002 vóru kvinnurnar hjá Mjølni á triðja sinni komnar í finalua.
Hesaferð skuldu tær takast við TB. Fyrstu løtuna gekk betur hjá Mjølni sum førdi 9-4 og 15-12. Men við støðuna 18-18 fór 17 ára gama Ingun Midjord at serva fyri TB, og hon gjødi ikki mætari enn at serva settið heim; 25-18!

Í øðrum setti var aftur líkt til at Mjølnir skuldi fara avstað við tí, tá tær førdu 11-7 og 18-11, men stígur kom í hjá Mjølni, og TB bardi seg upp á javnt við støðuna 18-18, áðrenn TB vann settið 25-23.

Men Marjun og hinar í Mjølni høvdu ikki givið skarvin yvir – tær mintust at tær eisini taptu bæði fyrstu settini árið fyri, men vunnu kortini dystin. Og í triðja setti var Mjølnir klárt omaná og vann 25-13.

Fjórða sett var bæði javnt og spennandi. Eftir at hava verið aftanfyri 17-20, vann Mjølnir seg framum 22-21, men so rakk ikki longur hjá Mjølni, og Gudrid  Nolsøe langaði síðsta bóltin í gólvið til støðuna 25-22, og steypið fór til Suðuroyar. Gudrid er aftur í finaluni leygardagin; tá spælir hon við Fleyr.

Menn:
Ymsar umstøður gjørdu at ÍF stillaði upp við einum rættiliga skerdum liði til finaluna. Móti SÍ í sterkastu uppstilling formáddi ÍF sær lítið. Tó var ÍF væl á odda eina løtu í øðrum setti, tá teir førdu 14-9, men at enda vann SÍ kortini settið 26-24. Fyrsta settið vann SÍ 25-15 og tað triðja 25-14.


Fjórðu steypafinalurnar, 2003:
Kvinnur: TB - ÍF 3-1 | Menn: ÍF - SÍ 3-2

Taraflex gólv
Fyrstu árini hevði verið leikt á vanliga gólvinum í ítróttahøllini, sum hevur strikur til einar 135 ymsar ítróttargreinir so sum handbólt, badminton, tennis, trampolinhopp, kurvabólt o.s.fr. umframt flogbólt, og tí kundi mangan vera trupult hjá áskoðarum at síggja um bóltar vóru innanfyri ella uttanfyri strikurnar.

Men til finalurnar í 2003 hevði FBF leigað Taraflex-gólvið hjá danska flogbóltssambandimum. Tí vóru bert strikur til flogbólt á vøllinum. Hetta gav sera flottar myndir í sjónvarpinum. Síðani 2003 hava allar finalurnar verið spældar á tílíkum undirlagi. Í 2005 keypti FBF sær sítt egna gólv, sum verður brúkt til serlig høvi.

Kvinnur:
TB, sum hevði vunnið á Mjølni árið fyri, var aftur í finaluni hetta árið. Her skuldu tær møta ÍF, sum fyri fyrstu ferð var í kvinnufinaluni. Hetta var enn ein kvinnufinala, sum skuldi vísa seg at gerast sera spennandi, hóast TB sannførandi vann fyrsta settið 25-17.

Í øðrum setti varð neyðugt við eykabólti, áðrenn ÍF vann 26-24. ÍF ætlaði sær eisini triðja sett og førdi skjótt 10-3. Men sperðil kom í aftur hjá ÍF, og TB javnaði til 13-13. ÍF fylgdi tó við restina av settinum, men megnaði ikki at gera sær dælt, tá tær fingu settbólt. Ístaðin vann TB 27-25.

Í fjórða setti var lítið veiggj eftir í ÍF, og TB vann 25-20 og steypafinaluna annað árið á rað.

Menn:
Í mansfinaluni vóru somu liðini í finaluni, sum árið fyri, SÍ og ÍF. Í sera spennandi 5-settaranum knógvaði ÍF at enda SÍ 15-13 í 5. setti.

Liðini høvdu skifts gjøgnum allan dystin at vera omaná. Fyrsta settið vann ÍF rímiliga lætt 25-21. Síðani átti SÍ tørn og vann 25-23. So skifti aftur og ÍF vann 25-16, men SÍ kom fyri seg aftur og javnaði til 2-2 í settum við at vinna fjórða settið 25-21.

Í fimta setinum var SÍ á odda 12-9. Men so kom steðgur í spælið eina góða løtu, tá Kenneth Neshamar hjá ÍF kokti fótin. SÍ kom ikki veruliga í gongd aftur, og ÍF tók seg framum og vann settið 15-13, og gjørdist harvið steypavinnari á øðrum sinni.



Fimtu steypafinalurnar, 2004:
Kvinnur: TB - Dráttur 3-1 | Menn: ÍF - SÍ 3-0

Kvinnur:
Triðju ferð á rað hevði TB spælt seg í kvinnufinaluna. Hinumegin netið stóð Dráttur, sum gjørdi sína triðju roynd í finaluni, men fyri triðju ferð fór Dráttur aftur vestur í Vágar sum av torvheiðum, tí tað var TB sum vann sín triðja steypafinalusigur á rað og harvið steypið til ognar. 

TB legði fyri sum eitt óløgi og vann 25-11 í fyrsta setti. Tó at Dráttur við Nicolinu Alter á odda vann annað sett 25-20, so gjørdist finalan ongantíð veruliga spennandi, tí TB vann sannførandi tey bæði næstu settini, 25-16 og 25-19.

Menn:
Triðju ferð á rað stóð mansfinal millum SÍ og ÍF. Hjá ÍF var hetta teirra fjórða steypafinala upp í slag. Spenningur kom ongantíð í dystin, tí ÍF vísti eina sanna maktdemonstratión og vann 25-17, 25-22 og 25-20.



Sættu steypafinalurnar, 2005:
Kvinnur: Mjølnir - TB 3-1 | Menn: SÍ - Mjølnir 3-0

Kvinnur:
TB var nú vorðin fastur gestur í kvinnufinaluni. Hesaferð var mótstøðu-liðið Mjølnir, sum í 2002 hevði tapt finaluna fyri júst TB. Hetta tapið fekk Mjølnir hevnt, tí hesaferð vunnu Klaksvíkskvinnur 3-1.

Hetta var ein av teimum minni spennandi kvinnufinalunum. Mjølnir hevði ikki fyri neyðini at kýta seg fyri at vinna tey bæði fyrstu settini 25-20 og 25-21, og hóast TB vann triðja sett so mikið sum 25-13, so var ongantíð ivi um, hvat var betra liðið, og tá Marjun Kalsø hevði vunnið seinasta bóltin í fjórða setti, sum endaði 25-19, kundi hon fyri triðju ferð fyri Mjølnir taka móti steypinum.

Menn:
Menninir hjá SÍ vóru í síni fjórðu finalu á rað. Hinumegin netið stóð Mjølnir, sum ikki hevði verið í finaluni síðani 2001.

Lítil og eingin spenningur var í dystinum. SÍ vann uttan himpr tvær ferðir 25-18 í teimum báðum fyrstu settunum. Bert eina ferð í dystinum treiskaðust teir í Mjølni og vunnu seg upp á 23-21 í triðja setti, men SÍ vann kortini teir næstu fýra bóltarnar og harvið settið 25-23 og dystin 3-0.



Sjeyndu steypafinalurnar, 2006:
Kvinnur: TB - ÍF 3-1 | Menn: Mjølnir - Fleyr 3-0

Kvinnur:
Fyri fimtu ferð á rað var TB í kvinnufinaluni. Og júst sum í 2003 skuldu TB takast við ÍF. Og úrslitið gjørdist eisini tað sama: 3-1 til TB.

Fyrsta settið var eitt rættiligt marathon-sett, sum TB vann 32-30 – hægsta stigatal nakrantíð í steypafinalunum!

Í øðrum setti vann TB seg skjótt avgerandi framum og vann settið 25-19.

ÍF beyt meira frá sær í triðja setti og vann 25-23, men spenningur kom kortini ikki í dystin, tí TB vísti onga náði í fjórða setti, sum endaði 25-16. Og so hevði TB vunnið sín fjórða steypasigur í 5 ár.

Menn:
Mansfinalan var góði gamli klassikarin millum Fleyr og Mjølnir. Hetta vóru eisini liðini, sum brustu saman í fyrstu steypafinaluni í 2000.

Tá var Fleyr mettur sum favorittur at vinna finaluna, men Mjølnir vildi tað øðrvísi.

Aftur í 2006 mettu tey kønu, at handverkið hjá rutineraðu Fleyr leikarunum skuldi fáa steypið í hús, men júst sum í 2000, var tað Mjølnir sum tók tey kønu - og Fleyr - á bóli, og vann ein tryggan 3-0 sigur.

Tað tók bert ein tíma og 20 minuttir at vinna 25-22, 26-24 og 25-23, og so slapp Mjølnir fyri aðru ferð at lyfta steypin frammanfyri teimum nipnu arvafíggindunum úr Fleyr.



Áttandu steypafinalurnar, 2007:
Kvinnur: Dráttur - KÍF 3-2 | Menn: Mjølnir - ÍF 3-0

Kvinnur:
Í síni fjórðu roynd eydnaðist endiliga Drátti at vinna steypafinaluna, men tað var um eitt hár gjørt, at tað ikki ístaðin gjørdist KÍF, sum fór við sigrinum í eini tí mest minniligu steypafinaluni, sum spæld er.

KÍF tók fyrsta settið og Dráttur annað. – Bæði endaðu 25-19. Eisini triðja sett endaði 25-19; tað vann KÍF. Í fjórða settið gekk alt galið hjá KÍF, og Dráttur vann 25-8. Hetta er størsti munur, sum hevur verið í nøkrum setti í eini steypafinalu.

Í fimta settinum vann Dráttur seg avgerandi framum, og hóast KÍF kom sterkt móti endanum, so vann Dráttur 15-13 og kundi endiliga kalla seg steypavinnara í síni fjórðu roynd síðani ár 2000.

Menn:
Mjølnir var aftur í mansfinaluni – triðja árið á rað. Enn einaferð høvdu "tey kønu" gjørt mótstøðuliðið ÍF til favoritt, men enn einafeð vóru "tey kønu" farin skeiv, tí Mjølnir snøgt sagt vant burturúr ÍF henda dagin í einari finalu, sum bert vardi í ein tíma og 16 minuttir.  Mjølnir vann settini so greitt sum 25-16,  25-21 og 25-15!



Níggjundu steypafinalurnar, 2008:
Kvinnur: ÍF - SÍ 3-0 | Menn: SÍ - Mjølnir 3-1

Kvinnur:
Eitt var vist frammanundan finaluni, og tað var, at vit fóru at fáa ein nýggjan steypavinnara hetta árið, tí hvørki ÍF ella SÍ høvdu nakrantíð vunnið steypafinaluna áður. Hetta var triðja royndin hjá ÍF, sum bæði í 2003 og 2005 hevði tapt fyri TB. SÍ var í síni fyrstu finalu.

"Køn", sum ikki altíð eru so køn, tá til stykkis kemur, høvdu sett favorittheitið á SÍ. Men hesum gjørdi ÍF fullkomiliga til skammar og vann sera sannførandi 3-0 í helst mest ójøvnu kvinnufinaluni sum higaril er spæld. Hjá SÍ riggaði snøgt sagt einki hendan dagin. 

Settúrslitini vóru so mikið greið sum 25-12, 25-17 og 25-21.

Menn:
Í mansfinaluni var Mjølnir fjórða árið á rað í finaluni, og tvær tær seinastu hevði Mjølnir vunnið. Hesaferð var mótstøðuliðið SÍ, júst sum í 2005. Tá vann SÍ, og tað gjørdi SÍ eisini hesaferð.

Hóast Mjølnir legði seg á odda tíðliga í fyrsta setti, so vóru teir at enda knógvaðir 26-24. Í øðrum setti fór SÍ skjótt langt framum, og Mjølnir spardi tí uppá krútið og lat SÍ vinna settið 25-13.

Í triðja settinum hevði Mjølnir latið krútgoymsluna uppaftur, og skjótt bumbaðu teir settið heim, sum endaði 25-18.

Í fjórða setti var rættiligur spenningur. Mjølnir vann seg upp á 16-13, men SÍ bardi seg uppaftur á javnt. Síðani var púra javnt fram til 24-24. Tá vann SÍ tveir bóltar og harvið steypafinaluna 2008.



Tíggjundu steypafinalurnar, 2009:
Kvinnur: SÍ - Fleyr 3-1 | Menn: ÍF - SÍ 3-1

Kvinnur:
Eftir miseydnaða finalu-ævintýrið árið fyri, har sørvágskvinnur ikki fingu ein fót fyri seg av berum nervum, høvdu tær nú tikið annað skinn um bak og løgdu skjótt sjógv ímillum seg og Fleyr, sum var í síni fyrstu finalu. Munurin vaks skjótt upp í 9 stig, og hóast Fleyr menti seg móti endanum av settinum, so vann SÍ settið 25-19 uttan hóvasták.

Men góða gongdin hjá Fleyr móti endanum av fyrsta setti helt fram fyrstu løtuna av øðrum setti, sum Fleyr førdi. Men brádliga kom kinkur í spælið hjá Fleyr, og hesum gjørdi SÍ sær skjótt dælt av og legði seg framum aftur og vann settið 25-21.

Eftir at hava verið aftanfyri við trimum stigum tíðliga í triðja setti, bardi Fleyr seg upp á javnt aftur og fór tvey stig framum miðskeiðis í  settinum. Henda fjarstøða minkaði ongantíð aftur, og Fleyr vann settið 25-22 og dysturin var aftur púra opin.

Fjórða sett mundi ongan enda fingið. Eftir at hava SÍ hevði verið frammanfyri við 5 stigum tíðliga í settinum, javnaði Fleyr aftur miðskeiðis í settinum. Soleiðis fylgdust liðini tað sum eftir var av settinum. SÍ hevði dystarbólt við støðuna 24-23, men Fleyr yvirlivdi. Soleiðis helt settið fram góða løtu, men eftir at hava staðið ímóti einum trimum dystarbóltum aftrat, tók SÍ av tilboðnum tá tær aftur høvdu dystarbólt við støðuna 29-28 og vunnu sostatt settið 30-28 og sítt fyrsta steypaheiti.

Menn:
Fyri fjórðu ferð síðani 2002 møttust ÍF og SÍ í mansfinaluni. SÍ hevði vunnið fyrstu uppgerðina teirra millum í 2002, men í 2003 og 2004 hevði ÍF verið omaná.

Í fyrsta setti leikaði leingi javnt á, men móti endanum streyk ÍF nøkur avgerandi stig framum og vann settið 25-22.

Í øðrum setti var SÍ omaná alt settið og vann 25-22. 

Men tann spennandin finalan, sum tey bæði fyrstu settini løgdu upp til, kom tó ongantíð rættiliga, tí í triðja og fjórða setti var ÍF nógv tað betra liðið. Serliga Boban Ilic og Rúni Weihe hjá ÍF voldu sørvingum strórar trupulleikar og vóru ikki til at steðga. ÍF vann settini 25-17 og 25-19. 

Steypasigurin var tann fjórði í røðini hjá ÍF.






[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]