--------------------------------
Føroya Banka kappingin
4. oktober 2008
-------------------------------

Til flogbóltsfeløgini!

Innbjóðing til flogbóltskapping fyri yngri á Tvøroyri tann 04. okt. 08
(unglingar spæla møg. fríggjakvøldið 03. okt.)

Tilmeldingarfreistin til Føroya Banka kappingina er í seinasta lagi
týsdagin  30. sep. á teldupost adr: otto.gram(KURLA)skulin.fo ella á tlf. 371452  /  266637.

Luttøkugjaldið er 200 kr fyri hvørt lið, og skal gjaldast á konto nr.
6460-424.073.3 í Føroya Banka.

Luttøkugjøldini skulu verða goldin við tilmelding. Eru gjøldini ikki móttikin innan ásettu freist, kann viðkomandi lið / felag roknast sum ikki tilmeldað.

Tit frætta nærri tá kappingin er løgd, ikki ber til at koma við fleiri liðum eftir at tilmeldingarfreistin er úti.

Broytingar verða ikki gjørdar eftir at tilmeldingarfreistin er úti.

Við flogbóltskvøðu, TB



[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]