A-landsliðið hjá monnum til EM mannað


Landsliðsvenjarin Magnus Aðalsteinsson og hjálparvenjarin Suni Hansen hava eftir venjingarnar um páskirnar úttikið hesar leikarar til A-landsliðið, sum skal til EM-undankapping á Kypros í døgunum 3. -7. mai 2007.

Bárður Bendix Mikkelsen, DHG Odense
Rúni Weihe, BK Tromsø
Steinar Eirikstoft, Frederiksberg Volley
Johan Nielsen, VK Amager
Johan Petur á Stongum, SÍ
Jón Nielsen, Fleyr
Hjalti Josephsen, Mjølnir
Suni Juul Pedersen, DHG Odense
Bartal Eliasen, ÍF
Árni Petersen, ÍF
Ragnar í Haraldsstovu, Fram
Bogi Isaksen, Mjølnir

Jan Hentze verður eisini við á ferðini sum altjóða dómari.

Liðini í kappingini eru annars Kýpros, Luxemburg, Andorra og Føroyar.

Eftir kappingina á Kýpros verður hildið áfram við venjingini til Oyggjaleikirnar, og tá verður aftur byrjað við nýggjum bruttohópi.




[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]