FM finalur fyri ung verða
í Trongisvági 19. mars


Nú nærkast alvorliga endabrestinum hjá teimum yngru. Leygardagin 19. mars verða finalurnar hjá Gentum 14, Dreingjum 14, Gentum 16, Dreingjum 16, Kvinnuunglingum og Mansunglingum leiktar í høllini í Trongisvági.

TB upplýsir, at aftur í ár fer kantinan í høllini í Trongisvági at hava kalt borð leygardagin í samband við, at finalur fyri ung verða har suðuri.

Kostnaður: kr. 50,00 fyri børn upp til 10 ár, og kr. 100,00 fyri vaksin.



Endaliga skráin verður kunngjørd fyrst í komandi viku.

Finalurnar verða hesar:  

Gentur 14
Ternan – ÍF a

Dreingir 14
SÍ – Ternan

Gentur 16
TB – KÍF

Dreingir 16
SÍ – TB

Kvinnuunglingar
Fleyr – Mjølnir/ÍF

Mansunglingar
TB/Fleyr a – TB/Fleyr b


Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya

Tummas Óli








 

                            [ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]