|
Manslandsliðið
móti Aalborg HIK
Leygardagin
11. juni
skal føroyska manslandsliðið í
flogbólti
leika ímóti Aalborg HIK, sum leikar í
elitudivisiónini í Danmark.
Dysturin
verður í Hoyvíkshøllini kl.
17,00.
Aalborg
HIK gjørdist nr. 5 í donsku landskappingini
í
ár, har endaliga støðan
gjørdist henda:
Elitedivision, menn:
Liðið, sum kemur til Føroya, hevur millum
annað
tveir íslendingar (tvíburar), sum
báðir eru
203 cm til hæddar, so tað verður eitt
høgt lið
sum føroyska landsliðið møtir.
Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg
í hesum
døgum til Oyggjaleikirnar, sum byrja á Isle of
Wight 25.
juni 2011. Seinast fekk liðið eitt 5. pláss,
men
í ár eru vónirnar settar
hægri, tí
mett verður at liðið er munandi sterkari.
Venjarar hjá føroyska
mansliðnum eru Romica Øster og Suni Hansen.
Leikararnir á føroyska
manslandsliðnum eru hesir:
Úr Mjølni: Thorvald Danielsen og Hjalti Josephsen.
Úr ÍF: Rúni Weihe,
Bárður Jacobsen, Brian Poulsen og Bjarni Larsen.
Úr Fleyr: Suni Juul Pedersen.
Úr SÍ: Ólavur Jensen og Jón
Joensen.
Úr TB: Arthur D. Poulsen.
Úr Aalborg HIK, DK: Jóhan Petur á
Stongum og Gunnar Jørgensen.
Aalborg HIK
(Nr. 3 Jóhan Petur á Stongum
og nr. 7 Gunnar Jørgensen)
[
tíðindasavnið
] [ til
forsíðuna ]
|