Norðurlandahúsið mikudagin 11. mars 2009 kl. 13:00 – 16:30
2009 er rørsluár. Endamálið við rørsluárinum er at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at røra seg meira í gerandisdegnum.
Sum startskot til rørsluárið skipa Heilsumálaráðið, Fólkaheilsuráðið og ÍSF í felag fyri ráðstevnu um ”Føroyar í rørslu”. Vit fara við hesum at bjóða myndugleikum, kommunum, stovnum, ítróttarfeløgum, fyritøkum, fakfeløgum og øðrum áhugaðum til ráðstevnuna. Endamálið við ráðstevnuni er bæði at kunna um gagnligu árinini av likamsvirkni og at skipa eitt framhaldandi samstarv partanna millum fyri at skapa betri karmar fyri og eggja og stuðla undir økta likamsrørslu millum borgararnar.
Skrá
Kl. 13:00 – 13:20
Vælkomin
Kaj Leo Johannesen, løgmaður og landsstýrisfólk bjóða
vælkomin
Kl. 13:20 – 13:30 Hvussu nógv røra vit okkum í
Føroyum?
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum
Kl. 13:30 – 14:05 Kropslig venjing og heilsa – er
kvalitetsmunur á venjingarhættum?
Magni Mohr, ph.d. í human
fysiologi, hevur drúgvar royndir sum fysiskur venjari í ítrótti í
heimligum og altjóða høpi
Kl. 14:05 – 14:10 Rørsla
Kl. 14:10 – 14:45 Finsku royndirnar við at fáa politikararnar
at taka undir við likamsvirknisætlanum
Ilkka Vuori,
professari, ph.d., lækni, verkætlanarleiðari á ES fíggjaðu verkætlanini
Evropa í rørslu, ráðgevi og serfrøðingur í fleiri altjóða felagsskapum
t.d. WHO, ES og Evroparáðnum
Kl. 14:45 – 15:10 Steðgur – okkurt leskiligt verður at fáa
Kl. 15:10 – 15:45 Íkastið frá ítróttafeløgum til fólkaheilsuna
gjøgnum likamsvirkni
Bengt Sevelius, heiðursforseti í European
Non-Govermental Sports Organizations og fyrrv. aðalskrivari í svenska
ítróttasambandinum
Kl. 15:45 – 16:25 Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009
Hvat ítróttafeløgini kunnu gera
Sølvi Reinert
Hansen, ÍSF-forseti
Gongu- og súkklugøtur
Armgarð Steinhólm,
verkfrøðingur, Landsverk
Býarskipan og rørsla
Dávur Winther,
mentanarleiðari, Klaksvík
Eldri og rørsla
Benadicta Ellingsgaard,
fysioterapeutur og Martha Reyðberg, ergoterapeutur, Nærverkið
Rørsla á arbeiðsplássunum
Hákun Djurhuus, stjóri í
SEV
Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum
Óli Jákup
Joensen, skúlaleiðari
Ítróttabarnagarður á Svangaskarði
Tóra Johannessen,
dagstovnaleiðari
Kl. 16:25 – 16:30 Samandráttur
Pál Weihe, formaður
í Fólkaheilsuráðnum
Málbólkur
Ráðstevnan er ætlað øllum – tó serliga
myndugleikum, kommunum, stovnum, ítróttafeløgum, fyritøkum og
fakfeløgum.
Tíð og stað
Ráðstevnan ”Føroyar í rørslu” verður í
Norðurlandahúsinum, mikudagin 11. mars 2009, kl. 13:00 – 16:30.
Tilmelding
Tilmelding fer fram hjá
Fólkaheilsuráðnum á fhr@folkaheilsa.fo ella á telefon 304015.
Kostnaður
Ráðstevnan er
ókeypis.