|
Tíðindi frá Rúna Weihe |
|
Hey! Hesuferd endaði tad við at vit fingu tvey stig heim við aftur. Stigini vorðu heintað tá vit vunnu 3-0 a Dragvoll, men liðið hjá okkum varð feiað av vøllinum móti Kristiansund við einum 3-1 tapi. Tad ljóðar kanska sum um eg var við sjálvur, men tað var eg ikki! Venjingin hjá mær er rólig og eg eri ógvuliga varin við at gera ov nogv av við bóltspæli. Tó so, so er framgongd at hóma og vónandi verði eg fyrr klárur enn væntað. Ryggtrupulleikarnir eru nøkulunda til at halda stýr á og eg luttaki i øllum bóltvenjingunum. Annars er ein øgiliga stor miðla-fokusering á liðið hjá okkum, og vit mugu Annars hevur tað verið ein stórur trupulleiki at skaffa venjara til hetta kappingarárið, og nú tá vit hava fingið venjara (Terja Øvergaard) sær tað út til at vit missa hann til sand-flogboltin. Vegard Højdalen roynir at fáa hann sum sín makkara, og tað er ikki lætt at takka nei til eitt tilikt tilboð. Annars kann eg vísa á heimasíðu felagsins www.bktromso.noHeilsan
|
|
[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ] |