Nýtt gólv til finalurnar

Í seinastu viku kom nýggja gólvið, sum Flogbóltssambandi hevur keypt úr Frankaríki til landið. Gólvið skal á fyrsta sinni nýtast til steypafinalurnar leygardagin 12. februar.

Undanfarin ár hevur Flogbóltssambandið leigað hetta serliga flogbóltsgólvið úr Danmark, sum bert hevur verið nýtt henda eina dagin í høllini á Nabb. Hesi gólvini verða eisini nevnd Taraflex-gólv, og verða nýtt í øllum stórum altjóða kappingum. Golvið sum Flogbóltssambandið hevur keypt, er av merkinum Gerfloor og er altjóða viðurkent.

Gólvið stendur niðurpakkað í Høllini á Hálsi, klárt til at verða lagt út til dystirnar leygardagin.

Í finaludystunum verður sjálvur vøllurin orangelittur, og alt umráðið runt vøllin verður grønt. Á henda hátt slepst undan øllum óneyðugum strikum og linjum v.m., sum eru til ampa fyri leikarar, dómarar og áskoðarar.

Eitt slíkt gólv er dýrt at keypa, og tá fyrstu finalurnar vóru leiktar fyri 5 árum síðani, var tað eitt av tíðindafólkunum sum spurdi, nær ætlanina var at leika á tílíkum gólvi. Flogbóltssambandið hevur í eina tíð arbeitt við ætlaninum, og í ár var avgerðin tikin at keypa gólvið. Kostnaður er um kr. 280.000.

- Gólvið hevur roynst sera væl seinastu árini, og høllin hevur tikið seg sera væl út – tað hevur verið sum at koma inn í eina nýggja høll. Ljósið í høllini hevur verið nógv betri enn vanligt, og gólvið hevur tikið seg sera væl út í høllini, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya.

- Lýsingarnar runt vøllin koma eisini nógv betri til sín rætt, og sostatt koma tær at síggjast enn betri, sigur Magnus at enda.

Ætlanir eru eisini at nýta gólvið í einum stórum tiltaki fyri teimum yngru, sum verður einaferð í apríl, eins og arbeitt verður við at fáa altjóða dystir og kappingar til landið.

Her síggja vit føroysku flogbóltskvinnurnar leika á Taraflex gólvi á oyggjaleikunum 2001. - Ongar órógvandi strikur, ið ikki hoyra til flogbólt, eru at síggja á vøllinum.

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]