U-17 dreingjalandsliðið í flogbólti, sum í
hesum døgum spælir við í kappingini um norðurlendska meistaraheitið, hevur
í morgun vunni eitt sett ímóti Svøríki.
Føroyar taptu tvey tey
fyrstu settini ávikavist 25-19 og 25-16, men vunnu so triðja settið 25-23,
eftir at hava verið aftanfyri 21-19.
Fjórða settið vann Svøríki
25-20 og harvið dystin 3-1.
Føroysku dreingirnir eru væl nøgdir við
úrsitið í dag.
Føroysku dreingirnir skulu leika ein dyst afturat
seinni í kvøld.
U-17 genturnar, sum eisini eru í
Finnlandi, spæla eisini í dag.
Leikararnir á liðnum eru:
Gunnar
í Dali, TB
Hugin Albinus, TB
Filip Gram, SÍ
Brandur Heinason,
SÍ
Emil Mikkelsen, SÍ
Jan Ellingsgaard, ÍF
Fríði Vang,
Nøvan
Leo Joensen, Nøvan
Bogi Midjord, Fleyr
Bjarki Enni,
Fleyr
Regin Ellingsgaard, Fleyr
Rói Hentze,
Fleyr
Venjarar:
Jan Hentze og Rúna
Hentze.