|
Margit
G. Joensen besti verjuspælari í kappingini
Margit G. Joensen var eftir kappingina í Liktinstein
vald sum besti verjuleikari. Tað var formaðurin í flogbóltssambandinum í
Liktinstein, Philip Schuremann, sum handaði henni gávu í hesum
sambandinum.
Hetta fór fram á endahátíðarhaldinum eftir kappingina,
sum var á Hotlel Schaan.
Eisini fekk Margit G. Joensen handaðar
blómur frá Flogbóltssambandi Føroya í sambandi við at hon hevði leikt 65
landsdystir fyri Føroyar.

Tveir av mest royndu føroysku
leikarunum, Karin Mikkelsen og Gudrid Nolsøe. Tær eru ikki
ónøgdar um at Margit bleiv vald til besta verjuleikara,
men eru vónbrotnar eftir tapið fyri Liktinstein
sunnudagin.
[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna
]
|