Altjóða dómari í steypafinalunum 2005

 

Flogbóltssamband Føroya hevur aftur í ár sett altjóða dómara at døma steypafinalurnar í flogbólti leygardagin 12 februar í Høllini á Hálsi.

Í mun til undanfarin ár er munurin tó bert tann, at í ár er hesin ein føroyingur. Jan Henttze gjørdist seinasta ár sum fyrsti føroyingur altjóða flogbólsdómari, og tí hevur Flogbóltssambandið avgjørt at geva Jan Hentze møguleikan í ár til hesa heiðurligu uppgávu.

Annars hava hini altjóða dómararnir undanfarin ár verið John Lilhauge úr Danmark, Philipp Shürmann úr Liktenstein, Birger Christensen úr Danmark, og seinasta ár var altjóða dómarin Aage Christensen úr Danmark, sum dømdi finalurnar.

Jan Hentze, altjóða dómari

Jan Hentze er 38 ára gamal, men hevur seinastu tíðina havt eina flúgvandi byrjan sum altjóða flogbóltsdómari. Hann fekk útbúgving sum divisiónsdómari í Danmark í 2003, og longu í juli 2004 eydnaðist tað honum at koma til Pólands á altjóða dómaraskeið, sum varð fyriskipað av altjóða flogbóltssambandinum FIVB.

Skeiðið var í eina viku, og har varð arbeitt frá morgni til myrkurs við bæði teori og pratikk. Men tað eydnaðist Jan Hentze at standa skrivligu og praktisku royndina, sum m.a. var at døma venjingardystir millum nøkur av fremstu landsliðunum í Evropa.

Og longu í desember 2004 vóru boð eftir Jan Hentze um at koma at døma ein altjóða dyst í Hollandi í kappingini í Top-Teams Cup. Og Jan Hentze megnaði uppgávuna til fullnar.

Í januar 2005 var hann aftur uttanlands í dómaraørindum. Hesaferð í Noregi, har uppgávan var, saman við trimum øðrum dómarum, at leiða ein innleiðandi bólk um evropeiska meistaraheitið fyri unglingar.

Næsta uppgáva hansara verður sostatt steypafinalan leygardagin á Hálsi, har hann skal vera 1.-dómari í báðum finalunum.

Tummas Óli Mortensen 2. dómari

Tað verður Tummas Óli Mortensen sum verður 2.-dómari í bæði kvinnu- og mansfinaluni.

Tummas Óli hevur dømt í fleiri ár, og hevur eisini sum einasti føroyingur saman við Jan Hentze danska divisónsdómaraútbúgvingina. Undanfarin ár hevur hann eisini verið 2.-dómari í fleiri finalum saman við teimum altjóða dómarunum, sum hava vitja í sambandi við steypafinalurnar.

Sostatt verður tað okkara best roynda dómarapar, sum skal døma steypafinalurnar leygardagin

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]