|
ÍF í NEVZA Club Championships Um vikuskiftið hevur mansliðið hjá ÍF verið við í kappingini um NEVZA meistaraskapin fyri feløg. Í innleiðandi umfarinum eru fýra bólkar, sum verða spældir í fýra býum í trimum londum.ÍF er í bólki 1, sum verður leiktur í Íslandi, har HK (Handknattleiksfélag Kópavogs) er vertur. Triðja liðið í bókinum er danska Middelfart Volley. Leygardagin spældi ÍF móti Middelfart, sum vann ein greiðan 3-0 sigur: Middelfart Volley - ÍF 3-0 (25-17, 25-15, 25-15) Men í dag var minni munur á liðunum, tá ÍF bjóðaði vertunum úr HK av. Úrslitið var tó enn ein ósigur til ÍF, sum tapti 3-1. HK (Ísl) - ÍF 3-1 (25-19, 27-29, 25-21, 25-20) Í fyrsta settinum dróg HK sjótt frá fuglfirðingunum og legði seg á odda 5-2 og 8-4, áðrenn ÍF minkaði um munin aftur til 12-10. Men tey tvey stigini gjørdust skjótt aftur til fýra og hildu sær har, til HK vann settið 25-19. Annað sett var sera javnt. Frá 5-5 fóru íslendingarnir upp á 8-7 og 12-9, men ÍF treiskaðist og minkaði um munin til bert eitt stig til 13-12 og løgdu seg síðani framum 16-15. Síðan gjørdist støðan 19-19, áðrenn íslendingar fóru upp á 23-22 og vunnu sær settbólt við 24-23. Men sum vit kenna fuglfirðingar, so leggja teir seg ikki, og eftir at hava yvirlivað enn ein settbólt við støðuna 26-25, vendi ÍF øllum á høvdið og vann settið 29-27! Og góða gongdin helt á í triðja setti, har ÍF eftir eina flúgvandi byrjan legði seg frammum 6-2 og helt leiðsluna til 16-14, tá HK fekk føroyingarnar aftur og legði seg framum 19-17. Tann munurin minkaði ikki aftur, og at enda vann HK settið 25-21. Í fjórða settinum gekk javnt á fyrstu løtuna, men so tóktiskt sum seinasta veiggið var seyrað úr fuglfirðingunum, og frá 6-5 reyk HK upp á 11-6, og munurin helt sær restina av settinum, sum HK vann 25-20. ------------------------------------------------------------------
Dystirin millum Middelfart og HK endaði 3-0 til danska liðið. Middelfart - HK 3-0 (25-18, 25-19, 25-16) Endaliga støðan gjørdist sostat henda: Nr. 1 Middelfart Volley (DK) Nr. 2 HK (IS) Nr. 3 ÍF (FO) Middelfart hevur sostatt spælt seg víðari í endaumfarið, sum verður 27. - 29. januar 2012. (NEVZA stendur fyri Northern European Volleyball Zonal Association. Øll londini í kappingini hjá monnum eru norðanlond. Í kvinnukappingini er haraftrat eitt lið úr Onglandi. Einki føroyskt lið er við í kvinnukappingini).
[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ] |