"Finala" móti Liktinstein

Eftir 3-1 sigurin į Skotlandi ķ gjįr, er dysturin hjį kvinnulandslišnum móti Liktinstein ķ dag ein ręttulig finala - vinnarin kemur til endaumfariš ķ Luxembourg ķ 2011.

Nógv stóš į fųroyska lišnum ķ 4. setti ķ gjįr móti Skotlandi, tį fųroyska lišiš var aftanfyri 24-21, og Skotland hevši havt settbólt.

Og taš gjųrdist ikki minni spennandi, at taš skuldi verša Karina Poulsdóttir Debes, sum skuldi serva, tķ servurnar hava higartil ikki ręttuliga veriš hennara sterkasta sķša - men ųllum hesum vķsti Karina
aftur, hóast at tey flestu sótu og hugdu burtur, tį hon fór fram at serva! Hon sendi trķggjar servir į raš djśpt aftur ķ 1-ara horniš - jśst sum taš var lagt upp til ķ taktikkinum - og hetta var viš til at bjarga lišnum undan einum tapi. Glešin stįlaši śt av henni, tį dysturin var lišugur.

Men taš var eisini ein annar leikari, sum fekk avgerandi leiklut. Jśst um somu tķš var hevarin Rakul Dalsgarš Jakobsen innskift fyri Einu Stephaniu Kalsų, sum annars hevši spęlt ein megnar dyst, men Rakul var eisini viš til at stešga gongdini hjį Skotlandi, soleišis at
Fųroyar kundu vinna dystin 3-1, og sostatt framvegis hava
vónir um at rųkka 2.-plįssinum, sum gevur vķšari atgongd ķ kappingini.

Annars var taš stuttligt at sķggja, at teir ungu leikararnir į lišnum ikki smęšast burtur.  Bert 17-įra gomlu Sofķa Purkhśs og Anja Sonnadóttir
Danielsen og 18-įra gamla Eina Kalsų leiktu ein sera góšan dyst.

Gudrid Nolsųe, sum var ķ byrjunaruppstillingini ķ fyrsta dystinum, kom eisini vęl inn ķ dystin ķ gjįr, og so mį ein ikki gloyma lišskiparan Karin Mikkelsen, sum viš sķni strķšssįl og vinnaravilja bardist fyri at fįa ein sigur heim.

Liberoin Margit G. Joensen hevši eisini góšar móttųkur, men taktikkurin hjį Skotlandi var ķ gjįr at serva į įleypararnar, so hon slapp ikki ręttuliga at royna.

Į diagonalinum hevši Birgit Guttesen ein góša byrjan ķ dystinum, og gjųrdi nųkur frįlķk "kross-įlop", men taš eydnašist henni ikki
ręttuliga at fįa back-spikin at rigga ķ gjįr. 

Annars kann sigast um fųroyska lišiš, at taš samanumtikiš leikti ein góšan dyst, men framvegis er taš ymist, sum skal betrast til dystin ķ dag. Serliga eru taš smįfeilir, sum framvegis kosta lišnum stig, og
tķ veršur stórt fokus sett į hetta undan dystinum ķ dag.

Dysturin ķ dag veršur klokkan 16,00 og veršur sendur beinleišis ķ Kringvarpinum. Frįsųgumašur er Leivur Fredriksen. og višmerkjari er Hans Fróši Jensen.

Morgunmynd śr Liktinstein av fųroyska lišnum


Undan dystinum
Fųroyar - Liktinstein


Helga ivasom ķ dag
Helga Guttesen, sum ikki var viš ķ byrjunarupstillingini ķ gjįr, kom ķ gjįr inn ķ dystin móti Skotlandi sum eitt ólųgi.

Alt riggaši - įlopini vóru ķ serklassa viš nógvari styrki, men so hendi óhappiš!

Eftir 5 bóltar fór hon aftur at serva - og óhappiš hendi - hon fekk ein skaša ovarlaga ķ arminum/ųkslini, og mįtti śt, og systurin Birgit
Guttesen kom aftur inn į lišiš.

Stašfest varš beinan vegin, at Helga ikki kundi spęla meira ķ gjįr, og arbeitt veršur ķ lųtuni viš, at armurin veršur ķ lagi, men enn er einki avgjųrt.

Endalig stųša veršur ikki tikin fyrr enn beint undan dystinum undir upphitingini.

Hetta kann koma at verša ein smeitur fyri lišiš, men venjarin Kristian Mikkelsen sigur, at hann hevur onkrar loysnir.

 
Helga Guttesen

Byrjunaruppstillingin klįr

Fųroyski venjarin Kristian Mikkelsen hevur almannakunngjųrt byrjunar-uppstillingina hjį fųroyska lišnum móti Liktinstein.

Ķ mun til dystin ķ gjįr eru 5 av leikarunum teir somu, tķ venjarin enn ikki hevur tikiš stųšu til um Helga Guttesen (skaša?) ella Birgit Guttesen byrjar inni į diagonalinum - hetta veršur avgjųrt undir upphitingini.

Hesir fimm leikararnir byrja inni sostatt inni:

Hevari: Eina Stephania Kalsų

Kant įleyparar: Anja Sonnadóttir Danielsen og Karin Mikkelsen, sum eisini er lišformašur

Mišįleyparar: Karina Poulsdóttir Debes og Birita Joensen

Libero: Margit Gaard Joensen

Diagonalur: Birgit Guttesen ella Helga Guttesen


Anja Danielsen



Į bonkinum viš byrjan eru: Rakul Dalsgarš Jakobsen, hevari - Gudrid Nolsųe, kantur - Sofķa Purkhśs, kantur - Helga Guttesen, diagonalur - Katrin Petersen, mišja.

 



[ tķšindasavniš ] [ til forsķšuna ]