Oddabrakið millum TB og Mjølnir beinleiðis á netinum!

Avgerandi dysturin í Eikliguni hjá kvinnum millum TB og Mjølnir,
sum kann avgera hvør kemur í FM-finaluna, verður varpaður beinleiðis
á internetinum sunnudagin kl. 14. Tað er TB-studio sum varpar út.

TB skrivar soleiðis á heimasíðuni, tb.fo:

Stutt undan dystarbyrjan, kemur eitt link á TB heimasíðuna, og við
at trýsta á har, kemur man inn á síðuna, har tú bæði sær og hoyrir
beinleiðis frásøgn frá flogbólti á hægsta støði.
 
Vit bjóða tykkara lesarum og annars fjepparum hjá lokalu feløgum tykkara, at koma inn á
www.tb.fo. Her hoyrir og sær tú beinleiðis frásagnir, og á hendan hátt sleppa tey frá at sita og bíða og onki vita.
 
TB-Studio

 

Vinnur TB dystin, so hevur liðið tryggjað sær finaluplássið, tí TB tá er 3 stig frammanfyri Mjølnir, sum tá bert hevur ein dyst eftir at leika.

Vinnur Mjølnir hinvegin dystin, so er einki avgjørt um hvør sleppur í finaluna, men tá er tað kortini Mjølnir, sum hevur "matchbólt", um vit brúka tað orðið. Tí vinnur Mjølnir á Fleyr á síðsta leikdegi, so er Mjølnir í finaluni. Men tapir Mjølnir fyri Fleyr á síðsta leikdegi, so sleppur TB í finaluna, um tær vinna á Drátti.

TB - Mjølnir sunnudagin 7. mars kl. 14 á www.tb.fo


Støðan undan dystinum:

Støðan

Dystir

Sett

*

Lið

leiktir

vunnir

taptir

vunnin

tapt

munur

Stig

16

14

2

44

11

33

17

TB

16

12

4

41

19

22

15

Mjølnir

16

11

5

38

21

17

14

Fleyr

17

10

7

35

27

8

13

Dráttur

16

8

8

31

26

5

11

ÍF

17

2

15

7

46

-39

2

KÍF

16

0

16

2

48

-46

0



Dystirnir sum eru eftir:

159

Eik K

sun

07-03-10

TB

Mjølnir

Trongisvágur

14:00

160

Eik K

sun

07-03-10

KÍF

ÍF

KÍF-høllin

13:30

161

Eik K

ley

13-03-10

TB

Dráttur

Trongisvágur

14:00

162

Eik K

ley

13-03-10

Fleyr

Mjølnir

Gundadalshøllin

10:00

163

Eik K

ley

13-03-10

KÍF

KÍF-høllin

14:00



Finalurnar
Fyrstu tveir dystirnir eru lagdir í høllini á Eiði leygardag 20. mars og sunnudag 21. mars. Kvinnufinalan byrjar kl. 14.00 og mansfinalan kl. 16.00. 



 





[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]