Undan dystinum
Føroyar - Skotland


Føroyska liðið skal í dag royna at koma fyri seg eftir ósigurin móti Kýpros í gjár, sum vann dystin 3 - 0 við settmununum 25-14, 25-14, og 25-20.

Serliga var tað liðskiparin hjá Kýpros, Michael, nr. 16, sum gav føroyska liðnum trupulleikar. Íalt vann hon 19 stig í dystinum, meðan tað til samanlíkningar kann upplýsast, at liðskiparin hjá Føroyum Karin
Mikkelsen, sum leikti ein góðan dyst, vann 8 stig í teimum trimum settunum hon leikti.

Av hinum leikarunum hjá Føroyum kann nevnast at Birgit Guttesen vann 5 stig, Birita Joensen 5 stig, og at tann bert 17 ára gamla Anja Sonnadóttir Danielsen, sum ikki byrjaði inni, vann heili
6 stig, og var millum bestu leikararnar á føroyska liðnum.

Hóast tapið í gjár er lagið gott á føroyskaliðnum, tí staðfest varð, at Kýpros hevur eitt sera gott lið, og at tað ikki er av tilvild, at tær hava
vunnið kappininga hvørja ferð henda hevur verið.

Skotland
Í dag er tað Skotland. Fyri tveimum árum síðani, tá kappingin var í Føroyum, vunnu Føroyar 3-1 á liðnum, og møguleikar skuldu verið fyri at bragdið fer at endurtaka seg í dag.

Men hetta krevur, at føroyska liðið fær móttøkurnar at sita 100 % í dag, og tí verða stór krøv sett til liberoin Margit Joensen, sum skal
stýra móttøkunum saman við hinum móttøkuleikarunum Karin Mikkelsen, Anju Sonnadóttir Danielsen, Gudrid Nolsø og Sofíu Purkhús.

Eisini má liðið royna at fáa tað skjóta spælið við netið at verða betri, men eftir tí sum sást í dystinum, sum Skotland leikti ímóti Liktenstein í gjár, so er Skotska liðið ikki eins sterkt, sum tað frá Kypros.

Liktenstein vann dystin móti Skotlandi 3-0 í gjár við settmununum 25-21, 25-19 og 25-22.

Dysturi móti Skotlandi byrjar í dag kl. 14,00 og verður sendur beinleiðis í Kringvarpi Føroya, har Leivur Fredriksen og Hans Fróði Jensen fara at siga frá dystinum.


Føroyska liðið avmynda undan dystinum móti Kýpros

Byrjunaruppstillingin klár

Føroyski venjarin Kristian Mikkelsen hevur almannakunngjørt byrjunar-uppstillingina hjá føroyska liðnum móti Skotlandi.

Í mun til dystin í gjár eru 2 broytingar. Hesir seks leikararnir byrja inni:

Hevari: Eina Stephania Kalsø

Kant áleyparar: Anja Sonnadóttir Danielsen og Karin Mikkelsen, sum eisini er liðformaður

Diagonalur: Birgit Guttesen

Miðáleyparar: Karina Poulsdóttir Debes og Birita Joensen

Libero: Margit Gaard Joensen

Á bonkinum við byrjan eru: Rakul Dalsgarð Jakobsen, hevari - Gudrid Nolsøe, kantur - Sofía Purkhús, kantur - Helga Guttesen, diagonalur - Katrin Petersen, miðja.

Sum nevnt omanfyri, eru tvær broytingar í mun til dystin í gjár móti Kýpros, við tað at Gudrid Nolsøe og Helga Guttesen ikki byrja inni.

Anja Sonnadóttir Danielsen, sum kom inn í dystin í gjár vann umleið 50 % av teimum hevingum honn fekk út á kantin, og er tað sera gott, og tí hevur venjarin valt at halda áfram við henni inni á liðnum í dag.

Eisini Birgit Guttesen, sum kom inn í dystin í gjár, hevði ein góðan dag, og vann 67 % av sínum álopum, men hon fekk í gjár ikki so nógvar hevingar, og tí verður í dag lagdur dentur á, at heva fleiri bóltar
til hana.

Í morgin skal liðið spæla ímóti Liktinstein klokkan 16,00 føroyska tíð. Eisini tann dysturin verður útvarpaður. 





[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]