|
Fyrsti dysturin hjá U-19 gentunum |
|
Føroyska liðið leikti frígjadagin sín fyrsta dyst móti Svøríki, sum vann kappingina seinast. Føroysku genturnar komu væl frá byrjan og vóru framman fyri stóran part av fyrsta setti. Við støðuna 19-19 kom tó stígur í føroyska spælið og svenska liðið vann settið 20-25. Í øðrum setti byrjaði svenska liðið betur og legði seg beinanvegin fram um við 5 stigum og hildu munin til 12-17. Føroyska liðið megnaði ikki at venda gongdini og tapti vit settið 15-25 Við góðari byrjan og støðugum spæli í triðja setti, vóru føroysku genturnar um at taka svenska meistaraliðið á bóli enn einaferð. Einu løtuna var føroysaka liðið frammanfyri 12 – 8 og seinni 16-13. Tá brustu Karin og ein svenskur leikari saman undir netinum og svenski leikarin lá eftir á. Eftir óbodna steðgin í spælinum vard føroyska liðið hamskift og svensku leikararnir struku avstað við síðsta settinum 17-25. Leygarmorgunin kl. 09.00 leika føroyar móti Englandi og seinnapartin kl. 17.00 stendur Danmark fyri tørni. Sunnudagin kl. 10.00 leika Føroyar móti Noregi.
Onnur úrslit: Danmark – England 3-1 og Danmark – Noreg 3-0. Fylgjast kann annars viđ í gongdini á www.lyngbyvolley.dk
|
|
[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ] |