|
Byrjunaruppstillingin hjá Føroyum til dystin móti
Kýpros klár
Føroyski venjarin Kristian Mikkelsen hevur
júst almannakunngjørt byrjunaruppstillingina hjá føroyska liðnum í
kvøld í dystinum móti Kýpros. Dysturin byrjar klokkan 18,00 føroyska
tíð, og Kringvarpið sigur beinleiðis frá dystinum kl. 18:19 í
útvarpinum.
Hesir seks leikararnir byrja
inni:
Hevari: Eina Stephania
Kalsø
Kant áleyparar: Gudrid Nolsøe og Karin
Mikkelsen, sum eisini er liðformaður
Diagonalur:
Helga Guttesen
Miðáleyparar: Karina Poulsdóttir
Debes og Birita Joensen
Libero: Margit Gaard
Joensen
Á bonkinum við byrjan eru: Rakul Dalsgarð Jakobsen, hevari
- Anja Danielsen, kantur - Sofía Purkhús, kantur - Birgit Guttesen,
diagonalur - Katrin Petersen, miðja.
Í morgin, leygardagin, skal
liðið spæla ímóti Skotlandi klokkan 14:00 føroyska tíð og eisini tann
dysturin verður at hoyra í útvarpinum.
Fremst frá vinstru: Rakul Dalsgaard
Jakobsen, Fleyr - Katrin Petersen, TB - Margit Gaard Joensen, Mjølnir
- Eina Stephania Kalsø, Mjølnir - Karin Mikkelsen, SÍ.
Aftast frá
vinstru: Birgit Guttesen, Mjølnir - Birita Joensen, Fleyr - Anja
Sonnedóttir Danielsen, Fleyr - Karina Poulsdóttir Debes, Fleyr - Sofía
Purkhús, Mjølnir - Gudrid Nolsøe, TB - Helga Guttesen, SÍ.
[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna
]
|