Leikreglur fyri Kids og G/D 12




Til øll umboðsfólk!

Í Føroya Banka kappingini, sum Mjølnir skipaði fyri leygardagin 23. januar, var rættiliga nógv kjak um leikreglurnar, tá ið tað viðvíkur “flótandi útskifting” hjá gentum og dreingjum 12 ár, og hvussu leikreglurnar eru í Kidsvolley stig 1 og stig 2.

Í kappingarreglunum fyri barnaflogbólt verður gjørt greitt, at talan eigur fyrst og femst at vera um spæl og stuttleika. Orðingarnar eru m.a. soleiðis:

“Feløgini, ið skipa fyri ungdómskappingum, eiga at hava í huga, at tað fyrst og fremst snýr seg um spælararnar - at tað er stuttligt at spæla og kappast! Bólkarnir eiga at vera so stórir, at øll lið fáa minst tríggjar dystir - um hetta er gjørligt. Tó er tað ein treyt, at minst tvey lið í hvørjum bólki koma víðari.”

“Børn 12 ár og yngri, skulu læra flogbólt á ein stuttligan og mennandi hátt. Kappingar skulu vera ein góð uppliving, og øll skulu fáa mest møguligt burturúr.”

Nevndiní Flogbóltssambandi Føroya hevur á nevndarfundi í kvøld, 3. februar í 2010 gjørt av, at tulkingarnar verða soleiðis í Dráttur kappingini vikuskiftið 6.februar og í FM-kappingini 27. februar í Havn.

 

“Flótandi útskifting” hjá gentum 12 ár og dreingjum 12 ár

Við flótandi útskifting verður gjørt galdandi, at allir leikarar skulu fáa líka nógva spælitíð. Útskifting fer fram eftir fastari raðfylgju, og bert á servuplássinum. Innskifti leikarin servar. Tó kunnu undandøk gerast, tá ið leikari fær skaða.

Leikararnir, sum byrja dystin, leika allan dystin. Tað er IKKI loyvt at skifta manning mitt í dystinum. Tað merkir, at allir leikarar, sum skulu spæla dystin, skulu vera til staðar, tá ið dysturin byrjar.


Kidsvolley
Í hesi spæliskipanini er serliga týdningarmikið, at børnini læra góðan sið og hava tað stuttligt. At tey øll sleppa at spæla nógv.

Leiðarar fyri liðini skulu í sátt og semju døma dystirnar við høvuðsendamálinum fyri eyga.


stig 1: Loyvt er at kasta baggerslag og kasta fingraslag. Tað merkir, at bólturin verður kastaður við báðum hondum og førdur við “baggerslagsrørslu” ella “fingraslagsrørslu”. Tað er IKKI loyvt at kasta við øðrum armi yvir høvdið – “smashrørsla”.

stig 2: Sum stig 1, men tó er nú loyvt at kasta við øðrum armi yvir høvd – “smashrørsla”. Bóltur loftaður yvir høvd kann verða kastaður yvir um netið við báðum hondum yvir høvd –“fingraslagsrørsla” ella við øðrum armi – “smashrørsla”. Bóltur loftaður við "baggarslagsrørslu" kann ikki verða førdur upp um høvd og kastaður yvir um netið við “fingraslagsrørslu” ella “smashrørslu”. Hann skal verða kastaður yvir um netið við “baggerslagsrørslu”.


Donsku leikreglurnar fyri Kidsvolley síggjast her (á pdf):

Stig (level) 1

Stig (level) 2






[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]