|
Kvinnulandsliðið farið til
Kappingin í Liktenstein er ein undankapping, sum allar smátjóðir í Evropa taka lut í. Í bólkinum hjá Føroyum eru Kýpros, Skotland og Liktinstein. Fyrsti dysturin verður
fríggjdagin 4. juni ímóti Kýpros, og leygardagin 5. juni verður spælt
ímóti Skotlandi. Seinasti dysturin verður ímóti Liktinstein
sunnudagin Liðið verður aftur í
Føroyum mánadagin 7. juni. Føroya hava áður leikt ímóti øllum hesum liðunum, og tá EM-kappingin var í Føroyum í mai 2008 vann Føroyska liðið 3-1 á Skotlandi (21-25, 25-19, 25-20, 25-18), men tapti fyri Liktinstein 3-0 (22-25, 25-27, 22-25). Nyggir
leikarar Hevarin frá seinast - Annika á Stongum - er ikki við vegna skúlagongd, og tí verður spennandi at vita, hvør verður tann sum skal avloysa hana á hevaraplássinum. Ein av miðáleypararunum er heldur ikki við; tað er Hjørdis Johannesen, sum er givin. Á liberoplássinum er Margit G. Joensen við aftur, og á Oyggjaleikunum var tað Gurðið Syderbø, sum leikti nakrar branddystir. Av áleyparunum eru Sólva Dimon og Helen á Lakjuni ikki við í ár. Av nýggjum leikarum
kunnu nevnast Karina Debes, Fleyr, sum er komin inn á miðjuna at leika, og
nýggir hevarar eru Eina S. Kalsø, Mjølnir, og Rakul Dalsgarð
Jakobsen, Nýggjur kantleikari er unga Sofía Purkhús, Mjølnir, sum millum annað eisini er kend frá føroyska fótbóltslandsliðnum. Kýpros í
serflokki Hinir
dystirnir verða leiktir soleiðis: Føroyski venjarin Kristian Mikkelsen metir, at føroyska liðið er væl fyri. Samanlíknað við Oyggjaleikirnar sigur hann, at nakrar útskiftingar eru á liðnum, og ungu leikararnir eru vornir eitt ár eldri, og spennandi verður eisini at vita, hvussu nýggju hevararnir koma at klára seg í síni fyrstu stóru altjóða kappingini. Nr. 1 og 2 í kappingini leika seg víðari í eitt endaumfarð, sum verður í Luxembourg í 2011. Eik Banki er høvuðsstuðul og Atlantic Airways er hjástuðul hjá liðnum.
Aftast frá vinstru: Birgit Guttesen, Mjølnir; Birita Joensen, Fleyr; Anja Sonnedóttir Danielsen, Fleyr; Karina Poulsdóttir Debes, Fleyr; Sofía Purkhús, Mjølnir; Gudrid Nolsøe, TB; Helga Guttesen, SÍ.
|