Mix-kapping í flogbólti

Leygardagin 4. mars, skipar TB fyri Mix-kapping í flogbólti. Kappingin verður í ítróttahøllini í Trongisvági og byrjað verður kl. 13.00

Aldursmark: Leikarar skulu verða 30 ár og eldri. Tó er loyvt at hava ein leikara, ið er yngri. Hesin skal tó ikki vera yngri enn 25 ár.

Mix-kapping: 6 leikarar eru á vøllinum í senn, harav tað í mesta lagi kunnu vera 3 menn. Loyvt er at hava 6 eykaleikarar. Leikarar skulu ikki hava luttikið í landskapping 3 tey seinastu árini.

Leikt verður best av 3 settum, harav tvey tey fyrstu verða spæld upp í 19. Í 3. setti verður spælt upp í 11.

Nethæddin verður 2,35 m.

Hvørt lið fær minst 4 dystir.

 

Tilmelding fer fram við at ringja til Chris N. Petersen á tlf. 22 19 23.

Síðsta freist fyri tilmelding er tann 25. feb.

Tað er avmarka luttøka, so tað er bara at melda til sum skjótast.

 

Luttøkugjald á 400 kr. pr. lið.

Írokna luttøkugjaldið: Okkurt til matna + okkurt leskiligt at drekka (uml. kl. 21.00)

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]