Føroysku U-19 genturnar spæla um bronsu

 

Føroysku U-19 genturnar skulu leika um 3. plássið í NM kappingini, sum er í Ikast í hesum døgum.

Genturnar leiktu í kvøld semifinalu móti Noregi, men máttu lúta fyri einum betri liði. Fyrri dysturin í dag móti Englandi sat framvegis í beinunum - hann var fimm sett - og Føroyar vunnu 3-2.

Úrslitið móti Noregi var 0-3.

Eisini U-19 dreingirnir hava leikt í dag. Teir taptu 3-0 ímóti Svøríki, og skulu í morgin leika seinasta dystin ímóti Noregi.

Liðini vera aftur i Føroyum mánamorgunin.

Heilsan frá Flogbóltssambandinum úr Ikast.

Magnus (tlf. 210 863) og Niclas (tlf. 218 766)

 

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]