|
Føroysku U-19 genturnar gjørdu aftur um seg í dag í NM-kappingini í Ikast.
Í dag gekk tað út yvir Ongland, sum mátti lúta 3-2.
Ongland koma annars best frá byrjan og vann tvey tey fyrstu settini ávikavist
27-25 og 25-23, men so kom føroyska liðið aftur.
Triðja settið vann føroyska liðið 25-21 eins og tær vunnu tad fjórða 25-19.
Spenningur var nú fram ímóti seinasta settinum, men flogbólsgenturnar komu
væl frá byrjan og løgdu seg á odda 8-3, og so var settið at kalla heima.
Seinasta settið endaði 15-8 til Føroyar.
Harvið hava U-19 kvinnurnar leikt seg í semifinaluna, har tær skulu møta
Norra kl. 19,00 danska tíð leygarkvøld.
Í hinari semifinaluni eru Svøríki og Danmark.
Finalurnar verda leiktar sunnudagin.
Kvinnunar vera aftur í Føroyum mánamorgunin.
Heilsan úr Ikast
Flogbóltssamband Føroya
tlf. á ferdini 210 863 (Magnus) 21 87 66 (Niclas)
|