|
EM
dystirnir hjá kvinnunum verða útvarpaðir
Kringvarp Føroya fer fríggjadagin og sunnudagin at
útvarpa dystirnar hjá føroyska kvinnulandsliðunum, sum er í Liktinstein og
kappast í undankappingini til EM fyri smátjóðir.
Føroyar eru í
bólki við saman við Kýpros, Skotlandi og
Liktinstein.
Fríggjakvøldið 4. juni frá kl.
18:19 sendir útvarpið frá dystinum millum Føroyar og
Kýpros.
Leygardagin 5. juni kl. 14:00
spæla Føroyar móti Skotlandi, og tá sendir útvarpið eisini frá dystinum,
blandað við kappróður frá Norðoyastevnu kl 15).
Sunnudagin 6. juni kl. 16:00 sendir útvarpið frá dystinum millum Føroyar og
Liktinstein.
Tað
verður Leivur Frederiksen,
vinstrumegin, sum fer at siga frá, meðan Hans Fróði Jensen, høgrumegin, fer
at gera ekspert-viðmerkingar.
[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna
]
|